Ikki “bara” ein fløga

Í dagsins talgilda heimi er fløgan sum miðil í stórari afturgongd. Alt fleiri brúkarar velja at taka ljóðfílur av netinum, heldur enn at keypa heilar útgávur, men í førinum við Lív gevur hetta ikki meira enn helvtina av pakkanum.

- Samstundis, sum fløgan er framleidd, hava vit eisini framleitt ein heimildarfilm, sum snýr seg um fløguna. Eitt nú kann hetta geva fata av, hvussu ein slík framleiðsla er, og sjálv haldi eg tað vera stuttligt, at yrkjarin – sum jú er abbi mín – eisini er við í hesum.

- Hartil er so eisini ein lítil bóklingur við. Har verður greitt eitt sindur frá um høvundan, umframt at allir tekstirnir kunnu lesast har, sigur Lív.

Endamálið í hesum er ikki endiliga at gera fløguna til nakað serstakt. Men endurspeglar hetta kanska veruleikan, har Lív í gerandisdegnum gongur á Læraraskúlanum.

- Sjálv havi eg so hugsað, at við hesum kann fløgan eisini vera væl egnað sum undirvísingartilfar. Og í aðrar mátar kann hetta eisini geva keyparanum nakað eyka, tá talan soleiðis er um meira enn “bara” eina fløgu, sigur hon.