Serliga vaksin, nú himmalin ikki er ljósur meir, hava funnið leiðina oman á trampolinini á G! MINI Fólk tykjast at samlast um trampolina, ið er eitt forlystilsi á G! MINI. Tað eru ikki bara børn, ið halda hetta vera stuttligt, tí sum kvøldið verður myrkari, koma fleiri og fleiri vaksin at hoppa trampolin. G!-fólkini fara um mørk og stuttleika sær, hóast hetta kanska serliga er ætlað børnum.