Ikki bangin um vøllin

Formaðurin á Svangaskarði tóktist ikki bera ótta fyri, um vøllurin fór at halda

 

Rundanum dystin


Meðan spælararnir hjá Føroyum og Luksemburg skreiddu runt á regnváta vøllinum leygardagin, fingu vit orðið á Niclas Davidsen, sum er formaður í B68.

Tað er jú B68, sum eigur vøllin á Svangaskarði, men hóast dysturin at síggja til fór rættiliga illa við vøllinum, so tóktist formaðurin tó á ongan hátt at bera ótta fyri, at hesin skuldi oyðileggjast av mongu glíðandi taklingunum.

- Nei, vøllurin má bara taka tað, sum kemur. Eg haldi ikki, at tað er vandi fyri, at hann verður oyðilagdur av dystinum, tí tað gongur lutfalsliga stutt tíð, áðrenn hann verður heilur aftur.


Var heilt góður

Um tað mundi, tá vit tosaðu við formannin, var helmingurin av dystinum farin aftur um bak, og hóast onkrar heilt stórar hyljar, so sá vøllurin so toluliga væl út, og í hvussu so er vóru eingi greflig sár at síggja.

- Eg haldi hann sær bara gott út. Hann var eisini ógvuliga góður undan dystinum. Vit mugu bara síggja í eyguni, at í sovorðnum veðrið, so verður vøllurin rættiliga vátur. Tað er so nakað, sum vit neyvan sleppa undan, sigur Niclas Davidsen at enda.