Ikki bæði løgtings- og fólkatingslimur

Fólkavald umboð hjá Tjóðveldi sleppa ikki at sita á bæði løgtingi og fólkatingi.

 

Eitt av punktunum í valskrá Tjóðveldis er, at umboð floksins einans sleppa at røkja ein sess í senn, tað vil siga, at fólkatingsumboðið ikki sleppur at sita í løgtinginum ella umvent.

 

Høgni Hoydal greiddi á tíðindafundinum frá, at hann væntaði, at nakað av útskifting fór at vera í fólkatingssessinum hjá flokkinum komandi valskeið, um flokkurin vinnur sær umboð í fólkatingið.

-          Vit vænta og vóna sjálvandi at koma í samgongu eftir løgtingsvalið í heyst, og tað sigur seg sjálvt, at okkara landsstýrisfólk tá ikki fara at røkja fólkatingssessin, um tey skuldu vunnið hann, segði Høgni Hoydal.

 

Hann sigur tó, at hann hevur fult álit á tí liðnum, sum stillar upp til valið.

-          Eg vænti, at nakað av útskifting verður í fólkatingssessinum, at okkara umboð skiftast um at røkja sessin, um vit vinna hann. Men øll okkara valevni eru so sterk, at eg havi fult álit á, at tey megna at røkja sessin, segði Høgni Hoydal.

 

Tað er lítið hugsandi, at Høgni Hoydal, um Tjóðveldi skuldi enda í samgongu, fer at velja ein fólkatingssess fram um ein landstýrissess, og tað sama man vera galdandi fyri tey flestu á vallistanum hjá Tjóðveldi. Spurningurin er so, hvør teirra velur ein fólkatingssess fram um ein løgtingssess, um tað valið stendur teimum í boði.