Ikki ávirkaður av marknaðarórógv

Donsku partabrævakursirnir tykjast ikki órógvaðir av altjóða órógv beint fyri jól

Eftir at hava verið stongdur í fimm dagar lat Nasdaq OMX København uppaftur í morgum á sama støði, sum tá partabrævamarknaðurin stongdi fríggjadagin.

 

C25-indeksið var fallið við »einans« 0,16 prosentum, tá marknaðurin hevði verið opin í eitt korter.

 

Partabrøv, sum hava stóra ávirkan, so sum Vestas og Novo hækkaðu ávikavist 1 og 0,8 prosent.

 

Hinvegin fullu partabrøvini hjá Carlsberg við 3,8 prosentum og Ørsted við 0,9 prosentum, skrivar Ritzau.

 

Taka vit føroyska BankNordik, sum er á danska virðisbrævamarknaðinum, so stendur partabrævið í stað á kurs 109, sum tað eisini gjørdi fríggjadagin fyri jól. Hjá Bakkafrost, sum er listað á Oslo Børs, er kursurin lækkaður frá at vera 446,4 fyri jól til í morgun at vera 438,4, sum tó ikki er størri broyting, enn vanligt hevur verið.