Nato-leiðarin, Jens Stoltenberg, sigur, at tað er týdningarmikið, at Finnland og Svøríki verða tikin upp sum Nato-limir so skjótt sum gjørligt - eisini, um hetta ikki hendir samstundis.
Í morgun og næstu dagarnar er Jens Stoltenberg á fundi við verjumálaráðharrarnar í Nato-londum, og her segði hann, tá hann varð spurdur, at tað ikki er høvuðsspurningurin, hvørt Finnland og Svøríki gerast limir samstundis.
Høvuðsspurningurin er, legði Nato-aðalskrivarin aftrat, at bæði londini fáa limaskap sum fullgildugir limir í verjusamgonguni skjótast gjørligt.
- Eg eri vísir í, at bæði londini gerast limir, og eg arbeiði hart fyri, at limaskapurin hjá bæði Finnlandi og Svøríki verður góðkendur skjótast gjørligt.
Tað vakti ans, tá finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, fyri nøkrum vikum síðan læt dyrnar á gloppi fyri, at Finnland kann gerast limur, sjálvt um Svøríki ikki fær sín limaskap samstundis.
Bæði londini søktu um limaskap samstundis í fjør vár. Síðan tá er stríðið millum Svøríki og Turkaland vorðið enn størri, enn tað var.
Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, læt herfyri orð falla um, at Turkaland saktans kann góðkenna, at Finnland verður limur í Nato, men ikki Svøríki.
Síðan tá hava bæði finski forsætisráðharrin, Sanna Marin og forseti landsins, Sauli Niinistö, staðið fast við síni ynskir um, at londini saman fara upp í verjusamgonguna.
Bæði londini luttaka á fundunum, sum verjumálaráðharrarnir í Nato hava í Brüssel hesa vikuna, og sambært Jens Stoltenberg eru londini nærri limaskapi nú, enn tá tey søktu um upptøku í fjør.
- Bæði londini hava fingið trygdargaranti frá fleiri sameindum í Nato. Tey eru í holt við at sameina seg við Nato, og Nato er meira í teirra umhvørvi enn áður, segði Nato-aðalskrivarin við miðlarnar.
Samráðingarnar millum Turkaland, Svøríki og Finnland um Nato-limaskap fóru í vaskið, eftir at høgravíðgongdi, Rasmus Paludan, setti eld á koranina uttanfyri turkisku sendistovuna í Stokkhólmi.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.











