Onkur hevur funnist at ti sum eg segði um at Svend Auken ikki var av føroyskari ætt.
Faðir hansara Gunnar Auken var bóndasonur úr Norðurjútlandi. Svend hevði eisini Gunnarsen til millumnavn.
Móðir hansara Kirsten Auken var dóttir Svend Lomholt, lækna, og hon varð fødd í 1913. Í 1920 doyði móðir hennara Maria Kirstine Sigumfeld Beck.. Í 1925 giftist Svend Lomholt uppaftur við Gudrun Finsen, sum var fødd ár 1900 og var dóttir Niels Ryberg Finsen og Ingeborg Dortheu Balsev, sum var dóttir C. F. Balslev, biskup.
At Niels Finsen var innborin føroyingur er vist og satt. Men hann kann so ikki teljast millum forfedrarnar hjá Svend Auken.