Kim Hansen framførdi á Føroya Telepallinum. Kim, sum fyri mongum árum síðani hevur sungið seg inn í føroysk hjørtu, oysti av teim mongu hittunum, sum hann hevur lagt rødd til og ikki minst frálíkt klaverspæl.
Km ljóðaði, sum vóru fleiri á palli.
Lítli pallurin gav rúm fyri sambandi við fólkið, og umframt slagarar sum Knút, Fagri Flokkur og Mara, so var talan um ynskikonesrt. Hvat vilja tit hoyra?, spurdi royndi tónleikarin, fólkaognin, úr Nólsoy, og tey fingu verulga ein meistaramann at hoyra.