Sirið Stenberg, Tjóðveldi
-----
Seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í bygging av ellis og røktarheimum í Føroyum. Bæði land og kommunur hava lagt stóra orku í hetta økið fyri at kunna veita borgarunum búpláss. Nýtt røktarheim er latið upp í Vági til 24 fólk, sum kommunurnar í sunnaru helvt hava bygt. Røktarheimsbygging er í gongd í Havn til 64 fólk, og væntandi verður heimið liðugt í ár. Umframt hetta er bygging í Klaksvík og Vestmanna fyri framman.
Røktarheimsbygging er kostnaðarmikil, yvir 2 milliónir fyri hvørt búpláss. Tað fara altíð vera nøkur fólk, sum hava tørv á røktarheimsplássi, so røktarheimspláss skulu sjálsagt vera. Tað tykist bara, sum um hetta hevur verið einasta loysnin seinastu árini, og samstundis, sum fleiri stóvnar eru opnaðir, er Heimatænastan skerd ávíst tímatal pr røktarheimspláss. Sostatt eru møguleikarnir hjá heimabúgvandi eldri fólki skerdir munandi í tilgongdini.
Fólk í Føroyum, sum flyta á røktarheim, búgva har í meðal longri enn fólk í grannalondunum, so tað er nakað, sum kundi týtt uppá, at føroyingar, sum flyta á røktarheim, eru munandi betur fyri enn fólk í okkara grannalondum. Hetta møguliga tí at einki alternativ er.
Seinastu árini er dentur í fakumhvørvinum lagdur á røktarheimfyribyrgjandi tiltøk. Í tilmælum frá WHO verður lagt upp til, at fólk fáa høvi at vera sum longst í egnum heimi, við nøktandi tænastu. Og dentur verður lagdur á sjálvsavgerðarrætt og lívsgóðsku hins einstaka borgara.
Betri fyribyrgjandi tænastu vit hava, longri kunnu fólk búgva heima. Fyrimunirnir eru bæði fyri tann einstaka og fyri okkum sum land, tí røktarheimsplássini eru sera kostnaðarmikil.
Við fyribygjandi tænastu verður t.d víst til vælvirkandi heimahjálp, reingerðing, fyribyrgjandi heimavitjanir aftaná innleggjan, dagtilboð til heimabúgvandi pensjónistar, gerandisrehabilitering, endurmenning, dagítriv, fimleik o.s.fr. Í teimum førum, eldrabústaðir verð bygdir, eigur at verða hugt eftir og hugsað meira breitt, so vit ikki byggja so einstáttað, men hugsa um eldraíbúðir, røktaríbúðir os.fr. Veruleikin í dag, við bert at bjóða eitt kamar, er fyri nógv óvirðiligt, og alt ov lítið fæst fyri peningin sæð í ljósinum av høga kostnaðinum, sum er oman fyri 2 milliónir í sjálvari byggingini, og tá er raksturin ikki tikin við
Fyri at tryggja, at vit kunnu nøkta tørvin á eldrabústøðum og tænastum frameftir, Setur Tjóðveldi tí fram uppskot til samtyktar um fjøltáttaðir eldrabústaðir. Um vit ikki broyta hugsan og leggja leiðina um, kann framhaldandi røktarheimsbygging, sum vit kenna í dag, vera ein hóttan móti okkara búskapi. Somuleiðis mugu vit minnast til at allar flestu eldru fólk eru røsk og virkisførir borgarir, sum framvegis hava nógv gott at geva av. Tí mugu vit kunnu bjóða hóskandi tænastur á fleiri økjum. So tað snyr seg ikki um antin røktarheim ella fyribyrgjandi tænastur, men um at hugsa um tænastur á báðum økjum









