Ikki ansjósir, men prikkafiskur

Russar hava veitt 7.000 tons av prikkafiski undir Føroyum í ár.

Fiskivinna

Týsdagin, 10. september, hevði tingmaður Javnaðarfloksins, Hendrik Old, ein munnligan fyrispurning á løgtingi.
Løgtingsmaðurin spurdi Jørgen Niclasen, um landsstýrismaðurin kundi greiða nærri frá fiskiskapi eftir ansjósum í føroyskum øki. Hann spurdi, hvar hesin fiskiskapur fer fram, og hvussu nógv russar fáa av ansjósum.


Ikki ansjósir,
men prikkafiskur

Jørgen Niclasen vísti í svari sínum á, at russar í nøkur ár hava havt eina ávísa nøgd av hjáveiðu, ið teir hava uppgivið sum ansjósir. Hetta hevur verið sum hjáveiða uppi í svartkjaftaveiðini.
- Fiskiveiðieftirlitið hevur tikið nakrar av hesum fiskum við til lands, so Fiskirannsóknarstovan kundi staðfesta, hvat fiskaslag talan er um. Stovnurin er komin fram til, at talan er ikki um ansjósir, men prikkafisk, sum hann verður róptur.
Í svari sínum segði Jørgen, at prikkafiskur er stimafiskur, sum finst kring oyggjarnar. Eini 4-5 sløg eru av hesum fiski undir Føroyum, og sambært Fiskirannsóknarstovuni er fiskurin mest sunnanfyri, uttanfyri landgrunnakantarnar á einum dýpi, sum er millum 150-250 metrar.
- Tær kanningar, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur gjørt umborð á svartkjaftaskipum, bæði føroyskum skipum og skipum úr øðrum londum, hava ikki víst nakra hjáveiði av prikkafiski. Sostatt bendir nógv á, at russar hava funnið fram til, hvussu fiskurin skal fiskast og hagreiðast.
Jørgen segði, at í 1999 vórðu fiskað 2000 tons av prikkafiski, somuleiðis 2000 tons í ár 2000, og í 2001 vórðu fiskað 3000 tons. Tað eru bara russar, sum hava fiskað henda fiskin.
- Higartil í ár hava russar fiskað heili 7000 tons! segði landsstýrismaðurin.
Hann segði, at kanningar hjá Fiskiveiðieftirlitinum hava eisini víst, at tá ið russar fáa henda fiskin, eru ofta eini 20-30 tons í hvørjum háli. Bestu mánaðirnar hava teir fiska yvir 2.000 tons av prikkafiski.


Við í samráðingarnar

Landsstýrismaðurin segði, at russiski fiskiskapurin eftir prikkafiski er nú so týðandi at hetta verður tikið upp í samráðingunum við russar næstu ferð.
- Higartil hevur fiskurin verið roknaður sum hjáveiða í svartkjaftafiskiskapinum og er tískil roknaður av samlaðu kvotuni. Tað er nú nógv, sum tíðir upp á, at fiskiskapurin eftir prikkafiski kann gerast munandi, og hetta er neyðugt at hava við, nú svatkjaftafiskiskapurin verður avmarkaður enn meira.
Jørgen vísti á, at Fiskirannsóknarstovan hevur ikki gjørt royndir eftir hesum prikkafiski, men sambært stovninum gera íslendingar nú royndir.
Í Íslandi verður prikkafiskur nýttur til mjølframleiðslu.
- Ætlanin hjá okkum er at gera royndir, men slíkar royndir eru kostnaðarmiklar.Tí vóna vit, at uppisjóvarvinnan vil verða við, bæði praktiskt og ikki minst peningaliga, tí veiðan eftir hesum fiskaslagi kann jú sum frá líður gerast eitt gott íkast hjá uppisjóvarflotanum, segði Jørgen Niclasen í svari sínum til Hendrik Old.