Ikki altíð tað besta liðið vinnur

Soleiðis segði Fernando Torres við Eurosport undan dystinum millum Barcelona og Chelsea í gjárkvøldið.

 

Hvussu var og ikki endaði dysturin javnt, eftir at Barcelona hevði havt bóltin 72% av tíðini. Chelsea verjan stóð tó stinn, og sum dysturin leið vísti heimaliðið seg ikki at hava nakran »plan B«, og tí gjørdist tað sama oyðumarkargongan, sum eisini setti sín dám á fyrra dystin.

 

Tað gjørdist ikki lættari hjá Chelsea, tá John Terry í sansaloysi rendi knæið í ryggin á Alexis Sanchez og fekk reyða kortið.

 

Og tað var eitt sindur av lagnunnar speisemi, at Fernando Torres kundi javna til 2-2 í yvirtíðini, tí hann ikki tímdi at renna aftur í verjuna eftir miseydnað mótálop.

 

Men dysturin veik ikki frá hagtølunum, tí í átta teimum seinastu dystunum hevur Barcelona ikki megnað at vunnið móti Chelsea, har allir fýra teir seinastu dystirnir á Camp Nou eru endaðir við javnleiki.

 

Í somu átta dystunum hevur Messi ongantíð megnað at skora móti Chelsea, tó at hann hevði ein gyltan møguleika frá 11 metrum í gjárkvøldið.

 

Og so gjørdist Fernando Torres 19. leikarin í Champions League søguni, ið hevur skorað móti bæði Real Madrid og Barcelona – og tann fyrsti spaniólin.