Karsten Hansen, framsøgumaður hjá Tjóðveldisflokkinum og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri heldur, at sjálv metingin sær rættiliga neyv út, men hann er ikki nøgdur við ávís ting, sum framganga í metingini. - Metingin vísir greitt, at nettoskuldin er vaksin munandi, og tað er als ikki gott, heldur Karsten Hansen. - Vit selja almennar ognir og koyra tær í ein búskapargrunn og ella brúka vinningin at niðurgjalda skuld við, men samstundis fara vit út og læna pengar, og tá er tað talan um útreiðslur, staðfestir framsøgumaður Tjóðveldisflokksins.
Landsbankastjórin, Sigurð Poulsen, hevur víst á, at tað ikki er heppið at hava landskassahall í so góðum tíðum sum hesum, og hetta er nakað, sum Karsten Hansen er púra samdur við honum í. - Nú síggja vit, at fleiri og fleiri útreiðslur vera álagdar kommunum, og tað halda eisini tann rætta vegurin at fara. Men vit kunnu ikki samstundis binda fyri eyguni, tí tað er ein sannroynd at útreiðslurnar framvegis eru har, sigur Karsten Hansen, sum heldur, at tað fyrsta vit mugu gera er, at steðga vaksandi almennu útreiðslunum, og síðani kunnu vit fara at tosa um at økja um inntøkurnar.
- Tá vit sótu í samgongu høvdu vit eitt yvirorðnað mál, sum segði, at vit skuldu fáa ein sjálvberandi búskap. Henda samgongan tykist ikki at hava nakað yvirorðnað mál, og alt druknar í visiónstosinum, er síðsta viðmerkingin frá Karsten Hansen.