-Ikki aktuelt enn

Rói Egholm sigur seg vóna, at Finnur Helmsdal fer á ting, tí hann er næsti varamaður. Um sína egnu støðu vil hann ikki gera stórvegis viðmerkingar til, tí so leingi eingin endalig avgerð fyriliggur, er eingin grund til at tosa um ein møguligan tingsess.

Tekur Finnur Helmsdal ikki við tingsessinum hjá sær, fær næsti maður á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymoy møguleika at fara á ting. Næsti maður eftir Finn Helmsdal er Rói Egholm, sum er eitt óskrivað blað í føroyskum politikki.
Rói Egholm starvast dagliga á Farex, og síðan seinasta mikudag hevur hann verið í Skotlandi í arbeiðsørindum. Rói hevur tískil havt eitt sindur avmarknaðar møguleikar at fylgja við, hvat í løtuni hendir á politiska leikpallinum í Føroyum.
Spurdur, um hann er klárur at taka við tingsessinum, um tað kemur so langt, at Finnur Helmsdal ikki velur at taka av, svarar Rói, at fyri hansara viðkomandi er tað rætt og slætt ikki aktuelt enn. ?So leingi eingin endalig avgerð er tikin í málinum, ber ikki til hjá mær at hava nakra støðu, sigur Rói Egholm úr Skotlandi.
Hann sigur seg vóna, at Finnur Helmsdal tekur við sessinum, tí hann er fyrstvaldur, og tí átti hann at tikið av tilboðnum. Spurdur, um hann seinastu dagarnar hevur verið í sambandi við floksleiðsluna í Tjóðveldisflokkinum um, at hann møguliga verður nýggi tingmaður hjá flokkinum, svarar Rói, at hann javnan er í samband við Tjoðveldisflokkin, men júst hetta málið hava partarnir ikki tosað nærri um.

Mynd: Rói
Rói Egholm sigur seg vóna, at Finnur Helmsdal tekur við tingsessinum, tí hann er næstur á listanum. Hann vil ikki siga nakað um, hvørt hann tekur av tingsessinum, um hann býðst, tí tað er ikki aktuelt enn, sigur Rói Egholm.