– Ikki Aksel men eg eigi heiðurin!

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, vil ikki hava sitandi á sær, at hann ikki møtti á fundi á Christiansborg í gjár. Tað gjørdi formaður Javnaðarfloksins, sum møtti fyri Sjúrð Skaale, og hann atkvøddi ímóti, at Danmark skal atkvøða blankt, tá ráðharraráðið hjá ES skal taka støðu til revsitiltøkini ímóti Føroyum og Íslandi.

Sambært Edmundi Joensen, so er talan um tað reina spinn og signalpolitikk hjá Aksel V. Johannesen. Tí í veruleikanum hava Sjúrður Skaale og Aksel V. Johannesen, sum eru partur av parlamentariska grundarlagnum hjá stjórnini, als onga ávirkan havt.

– Reyða stjórnin ætlaði at stuðla ES-revsitiltøkunum móti Føroyum, sigur Edmund Joensen í skrivi, hann hevur sent fjølmiðlunum.

Edmund Joensen sigur, at tað als ikki er Sjúrði Skaale, sum stjórnin hevur lurtað eftir. Veruleikin sambært Edmundi Joensen er hinvegin, at danska stjórnin hevur lurtað eftir andstøðuflokkinum Vinstra, sum Edmund Joensen er partur av.

Sambært Edmundi Joensen sjálvum, so er tað hann, sum hevur heiðurin fyri, at danska stjórnin atkvøður »blankt« heldur enn »nei«.

Ikki er politikkur altíð so lættur at skilja – og tá fólkið ikki skilir politikkin, so er tað kanska ikki so býtt, at politikkarin sjálvur tulkar tekstin – og tekur sær æruna av teimum góðu úrslitinum...

Skrivið hjá Edmundi Joensen, sum eisini er kritikkur av tíðindunum í Kringvarpinum, kann lesast á heimasíðu hansara við at TRÝSTA HER