USA
Árni Joensen:
- Eg havi ongar ætlanir um at stilla upp til forsetaval, svaraði fyrrverandi forsetafrúan, tá sjónvarpið ABC spurdi hana, um hon ætlaði at gera eftir teimum mongu áheitanunum um at royna at gerast amerikanskur forseti eins og maður hennara, Bill Clinton.
Hillary Rodham Clinton situr í senatinum, har hon umboðar New York, og hon sigur, at hennara fremsta mál er at verða afturvald á valinum í 2006. Fleiri demokratiskir politikarar og kvinnufelagsskapir í USA hava í seinastuni mælt henni til at stilla upp til forsetavalið í 2008, men hetta tykist ikki hava hennara áhuga - ikki nú í hvussu er.
Fyrrverandi forsetafrúan hevur verið nógv umrødd seinastu dagarnar, eftir at hon í síðstu viku gav út eina bók við sínum endurminningum. Bókin hevur vakt stóran ans, tí hon umrøður millum annað sambandið millum Bill Clinton og Moniku Levinsky.