Tað kom óvart á nógvar danir, tá ES-kommiserurin í veðurlagsmálum, Connie Hedegaard, boðaði frá um vikuskiftið, at hon fer ikki upp í danskan politikk aftur. Tað gjørdi hon greitt í samrøðiu við Jyllands-Postin.
-Tað var ikki av tilvild, at eg valdi starvið sum veðurlagskommiserur. Eg havi vent aftur til danskan politikk einaferð, men tað geri eg ikki aftur, segði Connie Hedegaard millum annað við blaðið.
Connie Hedegaard var ein av teimum fremstu politikarunum hjá Konservativa Fólkaflokkinum, og nógvir konservativir veljarar høvdu vónað, at hon fór at koma aftur at bjarga flokkinum, sum hevur ligið tungt í sjónum ta seinastu tíðina. Men tað ger hon ikki.
Kasper Møller Hansen, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við danska kringvarpið, at boðini frá Connie Hedegaard kunnu vera ein fyrimunur fyri fyri Lene Espersen, floksformann, tí nú nýtist henni ikki longur at hugsa um, at Connie kanska kemur aftur at hótta hennara formanssess.