Manningarfeløgini heita nú á sínar limir um ikki at mynstra umborð á skipum upp á aðrar avtalur, enn tær góðkendu avtalur, ið manningarfeløgini hava við Reiðarafelagið.
Hetta gera Føroya Skipara- & Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, nú makrelfiskiskapurin so smátt er byrjaður fyri partrolarar.
Anfinn Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur talan vera um reiðarí, manningarfeløgini áður hava havt stríð av, og sum limir áður hava brent seg av.
- Ofta vísir tað seg, tá avtornar, at okkara limir slett ikki fáa tað sama burturúr við hesum avtalunum, enn teir vildu fingið við okkara góðkendu avtalum, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Annfinn Garðalíð.