Ikki 20. flogrænarin

Fronsku myndugleikarnir vilja vera við,

at Zacarias Moussaoui skuldi ikki taka lut í yvirgangsatsóknunum at World Trade Center og Pentagon, soleiðis sum amerikanarar vilja vera við. Moussaoui hevur sitið í fongsli í USA í fleiri mánaðir, tí CIA og FBI vilja vera við, at hann skuldi taka lut í atsóknunum.
Fronsku myndugleikarnir siga harafturímóti, at tann tikni skuldi taka lut í nøkrum atsóknum, sum al-Qaeda ætlaði at seta í verk tíðliga í ár. Hetta siga fransmenn seg hava fingið at vita, eftir at teir hava avhoyrt fleiri limir í al-Qaeda seinastu mánaðarnar.
Franska løgreglan sigur, at hon hevur fylgt Zacarias Moussaoui í fleiri ár. M. a. vita fransmenn, at hann var á venjingarlegu í Afghanistan.