Í greinini stóð, at líkjast vit svium, eru eini 1500 føroyingar álvarsliga ávirkaðir av hesum geislingum.
Hetta talið varð tikið av heimasíðuni
www.tradleyst.info sum er ein føroysk síða um hetta evnið.
Men síðani eru tølini rættað. Janus Dam Guttesen, sum er upphavsmaður til heimasíðuna, sigur, at svensk tøl vísa, at 3,2% ávirkað og 0,4% álvarsliga ávirkað av geislingum frá fartelefonum, tráðleysum interneti, tráðleysum heimatelefonum og erbylgjuovnum.
Verður hetta beinleiðis ført yvir á føroysk viðurskifti merkir tað, at 1500 føroyingar eru ávirkaðir í ein ávísan mun og at einir 200 føroyingar eru illa ávirkaðir.