Iker Casillas er ikki samkyndur, hóast hann fyrr í dag boðaði frá tí á Twitter. Tað vísur seg nú, at talan er um eitt sarkastiskt aftursvar til spansku miðlarnir, ið hava gitt óført um komandi makan hjá Iker Casillas, sum er fráskiltur fyri einum ári síðani. Hann hevur síðani verið settur í samband við fleiri konufólk. Har í millum kendu tónleikakvinnuna, Shakira, sum júst er fráskilt frá Gerard Pique, sum í nógv ár spældi saman við Iker Casillas á spanska landsliðnum.
Tað hevur vakt stóran ans í altjóða miðlum í dag, at Iker Casillas boðaði frá at hann er samkyndur. Nakað, sum fáir spælarar hava torað undan honum í mannfólkafóltbólti. Tí mettu fleiri at tað var eitt stórt framstig fyri samkyndar spælarar, at liðskiparin hjá EM og HM vinnandi liðnum hjá Spania, er samkyndur og torir at standa við tað.
Nú vísur tað seg, at talan var um skemt og tað hava fleiri ítróttarjournalistar longu viðmerkt ikki er í ordan, tá talan er um eitt so eymt mál. Tað hevur leingi verið ein skuggasíða av fótbóltinum, at ongin navnframur spælari hevur verið alment samkyndur. Eitt tað kendasta dømi er Justin Fashanu, sum í 1990 boðaði bretsku fjølmiðlunum frá at hann var samkyndur.
Síðani tá er tað bara Jake Daniels frá Blackpool, sum alment hevur boðað frá, at hann er samkyndur í Onglandi. Tað gjørdi hann fyrr í ár. Tað hava gjøgnum tíðina verið fleiri søgur um ónavngivnar spælarar, sum eru samkyndir, ið ikki tora at gera tað alment.