Ikea-stovnarin er deyður

Ein av størstu vinnulívsmonnum í Svøríki er deyður

Ingvar Kamprad er deyður 91 ára gamal.

Tað skriva Dagens Industri og aðrir svenskir miðlar í morgun.

– Tað er syrgiligt, men samstundis kunnu vit fagna hansara langa og innihaldsríka lívi. Eg trúgvi veruliga, at hann hevur havt tað stuttligt undir skapanini av Ikea, sigur Lars-Johan Jarnheimer, sum er formaður fyri móðirfelagið hjá Ikea, við Dagens Industri.

Ingvar Kamprad stovnaði sum 17 ára gamal fyritøkuna Ikea. Fyrsta Ikea vøruhúsið lat upp í Svøríki í 1958. Nú er Ikea heimsumfatandi fyritøka, sum hevur yvir 300 vøruhús kring heimin og hevur meira enn 100.000 fólk í starvi.

Ingvar Kamprad verður roknaður sum helst størsti vinnulívsmaðurin í Svøríki í 20. øld