IKEA-stovnari lívgar gomul

Maðurin, ið setti møblaketuna IKEA á stovn, letur javnan stórar upphæddir til vælgerðarendamál, og nú stóðu tey gomlu fyri tørni.

IKEA-stovnarin, Ingvar Kamprad, telist millum heimsins ríkastu menn, men letur javnan stórar upphæddir til vælgerðarendamál (Mynd: Polfoto)

89 ára gamli Ingvar Kamprad hevur hesa vikuna latið eldru borgarunum í og kring býin Älmhult, har IKEA byrjaði sítt virksemi í 1958, fimm milliónir svenskar krónur til ymsar batar.

Millum annað er ætlanin at seta á stovn og reka eitt “undirhús”, har eldri kunnu hittast, og eitt umboð fyri IKEA-stovnaran handaði pengarnar hósdagin.

Í einum brævi greiðir Ingvar Kamprad frá, at staðið skal vera sum ein felagsskapur fyri eldru borgararnar í Älmhult, sum fáa fría atgongd til Hvíta Húsið, sum tað eitur, fyri at fáa ymsa kunning og vera við í sosialum tiltøkum.

Borgarstjórin í Älmhult, sum IKEA veruliga hevur sett á heimskortið, er takksamur fyri gávuna frá Kamprad og sigur, at hon kemur væl við, nú tey júst eru farin at seta Hvíta Húsið í stand til endamálið.