Týska deildin av svensku handilsketuni Ikea kunngjørdi í gjár, at hon hevur koyrt ein mann í leiðandi starvi til hús, tí hann hevði samband við fólk í týska nazistaflokkinum NPD.
Talskvinnan hjá Ikea í Týsklandi sigur, at fyritøkan var komin eftir, at maðurin hevði skrivað ymiskt á sína síðu á Facebook, sum er í so stórari andsøgn við hugsjónirnar hjá fyritøkuni, at fyritøkan hevði ikki annað í at velja enn at koyra mannin til hús.
-Margfeldi er ein av grundarsteinunum undir virksemi okkara, sigur Ikea-talskvinnan í Týsklandi.
Týsk bløð skriva, at tann frákoyrdi Ikea-leiðarin hevði samskift á Facebook við ein av leiðarunum hjá NPD í Berlin.