Stóra svenska møblaketan, IKEA, herðir nú trygdina kring handlarnar í Fraklandi, eftir at hava fingið fleiri hóttanarbrøv. Talan skal hava verið um bumbuhóttanir, skrivar Reuters-tíðindastovan.
Avsendarin hevur hótt við at sprongt fleiri IKEA-handlar í luftina, um hann ella hon ikki fekk útgoldið tíggjutals milliónir krónur, skrivar franska avísin, Le Parisien.
Harumframt verður í hóttanarbrøvunum kravt, at starvsfólkini skulu hava lønarhækking og at IKEA skal geva meira pengar til vælgerðarendamál.