Eftir at hava herjað Kuba síðani vikuskiftið er tropiski stormurin Ike nú komin út í Meksikoflógvan Amerikonsku veðurmenninir siga, at Ike fer at menna seg, nú hon er komin út yvir Meksikoflógvan, og at hon væntandi verður ein ódn á 3. stigi, tá hon kemur inn yvir amerikonsku suðurstrondina seinni í vikuni.
Amerikonsku myndugleikarnir hava lýst nøkur øki sum vanlukkuøki, og í Texas eru 7.500 menn hjá tjóðarhirðini til reiðar at hjálpa fólki.
Ike hevur herjað Haiti, Kuba og onnur oyggjasamfeløg í Karibiska Havinum og hevur kravt umleið 80 mannalív.