Tropiska ódnin Ike kom inn yvir eystara part av Kuba í nátt. Aðrastaðni hevur hon kravt 60 mannalív Amerikanski veðurstovnurin sigur, at Ike er viknað eitt sindur, men kortini var vindferðin 195 kilometrar um tíman, tá ódnin kom inn yvir landnyrðingspartin av Kuba í nátt.
Kubansku myndugleikarnir hava flutt meiri enn eina millión fólk burtur úr vandaøkinum. Roknað verður við, at Ike fer at gera skaða fyri fleiri milliardir krónur í Kuba, tí ódnin fer væntandi at herja alt landið teir næstu dagarnar.
Ike hevur herjað Haiti, Bahamas og fleiri smáar oyggjar í Karibiska Havinum og hevur kravt minst 60 mannalív har.