Ike fekk tríggjar dagar

NSÍ hevur nú fingið boð um, at hvør revsingin hjá nigerianska framherjanum, Ikechukwu Onyema er, eftir at hann fekk reytt kort í dystinum móti KÍ.
Talan var um eina ógvusliga hending, tá Niclas Niclasen og Ike rendu saman, og klaksvíkingurin mátti eftir hetta fara skaddur av vøllinum. Og tað er ivasamt, hvørt hann verður tøkur aftur í ár, eru boðini úr Klaksvík.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur nú gjørt av, at Ike verður leikbannaður í tríggjar dystir fyri tilburðin. Fyrsti av hesum dystunum var tann móti HB seinastea vikuskiftið, og umframt komandi dystin móti B36 noyðist Ike so eisini at sita uttanfyri, tá NSÍ um eina viku fer á vitjan hjá TB.