Ikast var ov stórur gloypibiti

Danska hondbóltsliðið Ikast Bording, sum vitjaði í Føroyum um vikuskiftið, var ein alt ov stórur gloypibiti hjá bæði Stjørnuni og føroyska kvinnulandsliðnum.

Ikast Bording spældi tveir dystir á Føroyaferðini. Fyrri dysturin var móti føroyameistarunum úr Stjørnuni í Klaksvík fríggjakvøldið, og seinni dysturin var móti kvinnulandsliðnum í høllini á Hálsi leygardagin.

Ikki sterkasti hópurin
Tað sást ikki aftur úti á vøllinum, at danska liðið júst er farið undir venjingarnar aftur eftir summarsteðgin, og at fleiri nýggir leikarar vóru á liðnum. Hópurin hjá Ikast Bording á Føroyavitjanini var heldur ikki tann sterkasta, ið felagið kann mynstra. Tað er nevnliga so, at OL byrjar um fáar dagar, og millum annað eru fimm leikarar úr Ikast Bording við danska landsliðnum til OL í Athen. Tað eru tær fimm Kristine Andersen, Line Daugaard, Karen Mortensen, Karen Brødsgaard og Josefine Touray, ið allar eru fastar fúsar á landsliðnum. Harumframt er norska Gro Hammerseng farin til Athen við norska landsliðnum.
Hetta eru alt leikarar í heimsflokki, og lítið man verða at ivast í, at vóru hesar eisini við á vitjanini í Føroyum, so høvdu tey bæði føroysku liðini av álvara fingið oyruni í maskinuna.

Betur undirhald í Klaksvík
Fyrri dysturin hjá Ikast Bording í Føroyum var sum áðurnevnt í Klaksvík fríggjakvøldið, tá mótstøðuliðið var føroyameistararnir úr Stjørnuni. Teir nógvu áskoðararnir í KÍ-høllini fingu ein rættuliga undirhaldandi dyst, hóast tað var stórur munur á liðunum báðum.
Sum skilst var dysturin fríggjakvøldið í løtum rættuliga væl leiktur, og góð ferð var á dystinum. Sjálvsagt var munurin á liðunum stórur, og 38-20 sigurin til Ikast talar eisini fyri seg.
Eisini til dystin í Havn leygardagin vóru nógvir áskoðarar. Hesin dysturin var tó ikki serliga væl leiktur, og tað sást væl, at leikararnar úr Stjørnuni, sum eisini eru á landsliðnum, vóru moyrar eftir dystin kvøldið fyri. Ikast var ein alt ov stórur gloypibiti hjá einum føroyskum landsliði, sum als ikki er í dystarvenjing, og tí gjørdist munurin eisini rættuliga stórur. Ikki tí, tað tóktist ikki sum um, at donsku gestirnir overvaðu seg í dystinum, tí leikferðin var ikki serliga høg.

Sá lætt út
Tað var tó hugtakandi at eygleiða danska liðið, tí tær høvdu so ómetaliga lætt við at spæla seg til opnar møguleikar. Tað sá so leikandi lætt út hjá Ikast, sum í veruleikanum megnaði at hava eina roynd upp á mál í hvørjum einasta álopi. Donsku kvinnurnar broderaðu seg gjøgnum føroysku verjuna, og í flestu førunum vóru føroysku málverjarnir prísgivnir.
Leikararnir á føroyska landsliðnum tóktust tó verða í rímuliga góðari venjing, men tað skerst ikki burtur, at fleiri teirra vóru eitt sindur "rustaðar", tí at avleveringar og skot sótu ikki eins væl, sum tey plaga at gera.
At tað eisini er eitt stórt lop frá føroyska kvinnulandsliðnum til oddin av donskum hondbólti, kom kanska einabest til sjóndar, tá ið hugt varð eftir skotstyrkini hjá liðunum báðum. Tað var so nógv meiri "saft og kraft" í skotunum hjá donsku leikarunum, og tá ið havt verður í huga, at allarhelst besti skjúttin hjá Ikast Bording, Kristine Andersen, ikki var við í Føroyum, kann bert staðfestast, at munurin er stórur. Okkara leikarar royndu tó at gera, hvat tær vóru mentar, men tá ið samanum kom, vann Ikast Bording ein trivaligan 35-19 sigur á føroyska kvinnulandsliðnum.
Vitjanin hjá danska liðnum var ógvuliga forvitnislig, og tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir hondbóltsáskoðarar fáa høvi at síggja so sterk lið her á klettunum. At vitjanin eisini hevur týdning fyri føroyskan hondbólt, er einki at ivast í. Tað er júst slíkir dystir sum hesir, ið geva leikarunum hug til at dríva á við venjingini. Vóru ikki slíkar avbjóðingar, hevði hugurin hjá leikarunum til at gjørt nakað við hondbóltin óivað ikki verið tann sami.