Toymið av millum-leiðarum á Psykiatriska deplinum, vilja hervið gera eitt íkast til málið viðv. Fíggjarkarmunum á Psykiatriska deplinum.
Málið snýr seg um fíggjarkarmarnar á Psykiatriska deplinum og er ikki eitt persónsmál, sum landsstýrismaðurin í Heilsumálum annars legði upp til í svarinum til løgtingið í vikuni.
Tað er vælkent, at ein partur av játtanini hjá Psykiatriska deplinum er farin til at røkta fastbúgvandi fólk, sum tað almenna ikki hevur raðfest bústað til. Nú nøkur av hesum eru flutt út, var ætlanin at brúka part av leysgivnu pengunum til menning av Psykiatriska deplinum. Her var serliga hugsað um at útbyggja og menna tilboð innan ambulanta økið.
Tað er eisini vælkent, at politiski viljin er ein annar. Landstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann ætlar at nýta leysgivna peningin aðrastaðni í heilsuverkinum, og tað er júst hetta, sum vit sum millum og deildarleiðarar staðiliga mótmæla.
Avleiðingin av hesum er, at tær ætlanir sum eru um at menna psykiatriska tilboðið til borgarar við sálarsjúku og avvarðandi teirra er hótt, og at arbeiðið við framhaldandi at nýmótansgera psykiatriska økið steðgar upp.
Ìtøkiliga kunnu vit nevna, at í løtuni er bíðilisti til ADHD útgreinan hjá vaksnum, sálarfrøðiliga viðgerð og DAT-viðgerð. Umframt at nógvir borgarar ikki fáa nøktandi ambulanta uppfylging, eftir at teir eru útskrivaðir.
Tí vilja vit heita á politisku skipanina um ikki at skerja játtanina til Psykiatriska depilin.
Toymið av millum leiðarum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum