Ikast-Bording var komið í finaluna í EHF-Cup í kvinnuhondbólti, og tað stóð hampuligt til hjá danska felagnum eftir fyrru finaluna, sum Ikast-Bording vann við fimm málum. Men danska felagið var hølvað av í seinnu finaluni ímóti russiska felagnum Zvezda Zvenigorod, og at enda máttu tær út jútlandi lata seg noyða við silvurmerkini, tí Zvenigorod vann samanlagt 62-57.