Ikast-Bording er annað felagið í finaluni í europeisku kappingini EHF Cup í kvinnuhondbólti, og danska felagið stóð seg væl í fyrru finaluni, sum varð spæld um vikuskiftið. Ikast-Bording spældi á heimavølli og vann dystin 35-30 ímóti russiska liðnum, sum verður roknað sum tað sterkara liðið. Ikas-Bording skal nú royna at verja fimm máls leiðsluna í seinnu finaluni, sum verður spæld í Mosvka tann 20. mai.