Ikast/Bording til Føroya

Sterka kvinnuliðið hjá Ikast/Bording kemur til Føroya fyrsta vikuskiftið í august. Stjørnan og kvinnulandsliðið sleppa at royna seg ímóti danska liðnum

Vikuskiftið 6.-7. august fáa hondbóltsfjepparar í Føroyum ein gyltan møguleika at síggja eitt av fremstu kvinnuliðum í Evropa í Føroyum. Hondbóltssambandið og Stjørnan hava í felag fingið sterka kvinnuliðið hjá Ikast Bording til Føroya at leika tveir dystir.
Eftir ætlan spæla føroyameistararnir úr Stjørnuni og Ikast/Bording fríggjakvøldið 6. august í Klaksvík, meðan føroyska kvinnulandsliðið sleppur at royna seg leygardagin 7. august í Havn.

Dýrt upplivilsi
Á tíðindafundi fríggjamorgunin greiddi formaðurin í Hondbóltssambandinum, Eivind Jacobsen frá, at ætlanin við dystunum er fyrst og fremst at geva føroyskum hondbóltsáskoðarum møguleikan at síggja eitt av fremstu kvinnuliðunum í Evropa royna seg móti føroyingum.
Spurdur, hvussu stórur kostnaðurin var at fáa danska liðið til Føroya, svaraði Eivind Jacobsen, at ferðin fer at kosta um 100.000 krónur.
-Vit rinda einki fyri at fáa Ikast/Bording til Føroya, men ferðing og uppihald kostar nakað, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum.

OL forðar
Kvinnuliðið hjá Ikast/Bording er ikki hvør sum helst í evropeiskum høpi. Liðið vann í fjør evropeisku kappingina, EHF, og á danska liðnum teljast fleiri landsliðsleikarar. Ikast/Bording hevur í løtuni fýra landsliðsleikarar á danska landsliðnum, sum seinni í ár skal verja OL-gullmerkini frá leikunum í 1996 og 2000.
Kristine Andersen, Josefine Touray, Karin Mortensen og Line Daugaard eru millum berandi kreftirnar á danska landsliðnum, men tíverri verða hondbóltssnillingarnir á Ikast/Bording-liðnum ikki millum leikararnar, ið koma til Føroya fyrst í august mánaði.
Allar fýra verða knýttar at donsku landsliðsleguni, sum skal royna seg í OL í Athen í august mánað.

Føðingardagsgáva
-Vit fylla 100 ár í ár, og tí hava vit leitað eftir eini føðingardagsgávu frá Stjørnuni til klaksvíkingar. Við hesum liðnum haldi eg, at vit hava funnið eina góða føðingardagsgávu
Formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, er fegin um, at tað hevur eydnast at fáa Ikast/Bording til Klaksvíkar at spæla ímóti føroyameistarunum úr Stjørnini.
Kristoffur Ragnarsson duldi ikki fyri eftir kappingarlok í fjør, at hann vónaði, at tað fór at eydnast at fáa ein útlendskan avbjóðara til Stjørnuna, og hann fegnast um, at tað loksins er eydnast.

Venjingarstøðan
Føroyskur hondbóltur hevur ligið í dvala síðan fyrst í apríl mánaði, og fyrireikingarnar hjá teimum flestu liðunum eru ikki byrjaðar enn. Svein Rógvi Nielsen er bæði venjari hjá Stjørnuni og føroyska hondbóltslandsliðnum, sum bæði skulu undir eina rættiliga stóra avbjóðing í august mánaði, tá Ikast/Bording vitjar oyggjarnar.
Spurdur, um hann ber ótta fyri venjingarstøðuni hjá leikarunum hjá Stjørnuni og kvinnulandsliðnum, svarar Svein Rógvi, at sjálvsagt hevði verið ynskiligt at møtt danska liðnum, meðan føroyska kappingin var í hæddini.
- Eg ætli mær at leggja nógv fyri ar fáa leikararnar í so góða venjingarstøðu sum gjørligt til dystirnar ímóti Ikast/Bording. Eg ætli so ikki hava sitandi á mær, at leikararnar ikki megnaðu at renna við Ikast/Bording, og tí fara vit at venja miðvíst ímóti dystunum í august mánað, vísir Svein Rógvi Nielsen á.
Hann leggur afturat, at farið verður alt fyri eitt undir venjingina hjá bæði Stjørnuni og føroyska kvinnulandsliðnum til stóra avbjóðingina í august.