Igor skal styrkja sinnalagið á landsliðnum

FM1: Igor Ardoris skal verða mentalur venjari hjá landsliðnum og hann gleðir seg

##med2##

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevði í dag tíðindafund og kunngjørdi toymið rundanum landsliðið. Millum teirra var svenski landsmaðurin, Igor Ardoris, sum verður mentalur venjari. Tað fyrsti av sínum slag á føroyska landsliðnum.

Svenski Igor Ardoris er sálarligur- og sinnisvenjari. Hann hevur arbeitt nógv við ítróttarfólki, men eisini við fólki sum koma í pressaðar støður. Eitt nú løgreglufólk, fólk í sjúkrahúsverkinum og vinnulívsfólk. Hann útmerkar seg sum ein sálarligur- og sinnisvenjari, ið lærir fólk at tapa – fyri síðani at kunna vinna.

- Áðrenn vit hava lært at missa og tapa við tign; áðenn vit hava lært at møta okkara dirvisloysi, øvundsjúku og ótryggleika samstundis sum vit hava okkara sjálvsvirðing, so er “viljin at vinna”, bara ein desperatur og óttafullur dystur fyri ikki at tapa, sigur Igor Ardoris á heimasíðu síni.

##med3## 

Igor Ardoris heldur sjálvur, at tað er avbera spenanndi at arbeiða við føroyska landsliðnum. Serliga, tá vit hava ryggin móti múrinum í flestu av dystunum.

-Tú heldur kanska, at Føroyar spæla undir trýsti. Eg haldi at hinir spæla undir trýsti, tí tá teir ikki sleppa líka lætt, sum teir væntaðu, so verða teir stressaðir. Klárar tú eitt nú at bróta dystin niður í tíggju minuttir á gangin, og fyri hvørjar tíggju minuttir hinir ikki sleppa í gjøgnum, blíva teir meiri stressaðir og tú fær meiri sjálvsálit, sigur Igor Ardors.

Hann leggur afturat, málið nú er skapa eitt umhvørvi, har føroysku spælararnir kunnu avrika sítt besta.

FM1: Samrøða við Igor Ardoris