Igor Petrikeev er í skundi sendir á sjúkrahúsið, tí lækni hevur illgruna um, at hann møguliga hevur blóðpropp í arminum ella hondini.
- Har er okkurt, sum blokkerar blóðtilførsluna til hondina. Tað kann vera blóðproppur. Men tað kann eisini vera longur uppi. Í øksluni ella undirarminum har vøddar ella annað klemmar um blóðaðrinina. Læknin fann so ongan puls í høgru hondlið, og tíksil vildi hann senda hann suður, sigur Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík við in.fo í dag.
Igor Petrikeev kom til Team Klaksvík undan hesum kappingarárinum. Vónin er, at bakkurin úr Moldova kann verða við til, at fáa Team Klaksvík, sum einki stig fekk í fjør, longur upp á stigtalvuna.
- Hann hevur havt trupulleikar við arminum nú í góðar tvær vikur. Eg havi roynt at behandla hann, men einki hevur riggað. Í dag var hann hjá kommunulækna. Hann fekk keðilig boð, og skuldi akut til landssjúkrahúsið. Læknin ivast um har er blóðproppur í hondini ella arminum, sigur Heri Johnsson víðari
Team Klaksvík fekk ein ordans umgang í fyrsta dystinum í landskappingini, tá teir taptu 34-13 fyri KÍF. Her fekk Team Klaksvík lítla nyttu burtur úr Igor Petrikeev.
- Hann fekk ikki spælt ordiligt í Kollafirði orsaka av arminum. Hann spældi 1.hálvleik, men fingrarnir vóru bláir í hálvleikinum, sigur Heri Johnsson at enda.
Í løtuni er óvist um Igor er innlagdur, men meiri verður at frætta í kvøld.