Tað verður ikki í IFK Mariehamn á Álandi, at fótbóltsyrkisleiðin hjá John Frederiksen heldur fram.
Ein góð kelda á Álandi visti annars at siga, at søgur gingu í høvuðsstaðnum í oyggjalandinum í Eystrasalti, at John Frederiksen fór at gera sáttmála við IFK Mariehamn.
Kringvarpið á Álandi hevur frittað stjóran í IFK Mariehamn, Peter Matsson um tað fór at gerast veruleiki, at felagið fór at skriva sáttmála við 26 ára gamla føroyska áleyparan, ið er vaksin upp á Bornholm.
Peter Mattson staðfestir, at eingin hevur verið í sambandi við hann um at fáa John Frederiksen knýttan at hópinum hjá IFK Mariehamn, ið spælir í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Flytingarvindeygað í finskum fótbólti steingir 12. august, og sum landið liggur nú verður eingin nýggjur spælari keyptur til IFK Mariehamn.
- Um vit skulu hava ein leikara, so skal tað vera ein sum kann tilføra nakað, sigur Peter Matsson við álendska kringvarpið.
##med2##