ÍF – Víkingur fluttur

Grannauppgerðin er flutt

Grannauppgerðin millum ÍF-Víking verður leygardagin klokkan 16. Dysturin skuldi upprunaliga spælast sunnudagin, men er nú framskundaður til leygardagin.

 

Í triðja umfari í Effo-deildini verða tveir dystir spældir leygardagin. Umframt ÍF-Víking, so verður kommunuuppgerðin millum NSÍ og Skála eisini leygardagin. Rás2 sigur frá báðum dystunum.

 

Sunnudagin eru tríggir dystir. Teir eru HB-KÍ, B68-B36 og TB-AB. Her sigur Rás2 frá dystunum í Gundadali og á Toftum.

 

Effo-deildin 3. umfar:

Leygardagin

NSÍ – Skála (15.00) Beinleiðis á Rás2

ÍF – Víkingur (16.00) Beinleiðis á Rás2

 

Sunnudagin:

HB – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2

B68 – B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2

TB – AB (15.00)