Tað hevur verið gitt ofta fyrr, men í dag eru tíðindini váttaði. Tað verður serbiski Alexandar Jovevic, ið skal venja ÍF komandi kappingarár.
Les eisini: Her er nýggi venjarin hjá ÍF
ÍF kunngerð í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við Alexandar Jovevic, ið skal verða høvuðsvenjari hjá felagnum komandi tvey kappingarárini.
Les eisini: Bara ÍF manglar venjara
Alexandar Jovevic hevur annars verið leikari hjá ÍF síðani 2006, har hann eisini í fleiri ár hevur vant nógv av teimum yngru liðunum.
Heimasíðan hjá ÍF skrivar tó, at felagið enn manglar at seta hjálparvenjara hjá Alexandar Jovevic.