Soltna úrtøkan hjá HB seinastu umførini og góða gongdin hjá ÍF hevur havt við sær, at munurin millum tey bæði fremstu nú er minkaður út tíggju og niður í fimm stig.
-Vit eru væl nøgdir við gongdina, og vit spæla fyri FM møguleikanum, sigur Albert Ellefsen, sum saman við ÍF skal norður til Streymnesar seinnapartin.
Umframt at fimm spælarar hava verið burtur í landsliðsørindum, so hava venjingarnar í Fuglafirði verið órógvaðar av, at fleiri spælarar eru farnir av landinum í lestrarørindum og ferðast heim til dystirnar. Hesa ferð eru Øssur Dalbúð og Høgni Madsen heim. Sum skilst eru Heri Nesá og Jan Ó. Ellingsgaard ikki við hesa ferð.
Dánjal á Lakjuni hevur verið darvaður av skaða í lærinum, og tað er lítið sannlikt, at hann er førur fyri at vera millum teir fyrstu ellivu í dag.
Í Streymnesi er avbjóðingin hjá Rúna Nolsøe eftir vónbrotið í steypafinaluni at fáa spælararnar at stríðast fyri bronsukrónunum og altjóða atgongumerkjunum. Arnbjørn Hansen er farin at venja aftur, men hann verður ikki tøkur aftur fyrrenn í fyrsta lagið um eina viku.
Egil á Bø hevur ikki vant síðani summarsteðgin. Síðst var Pætur Dam Jacobsen miðverji og Niels Pauli Danielsen var á miðvøllinum millum teir fyrstu ellivu. Soleiðis verður tað ivaleyst eisini hesa ferð.
Tá ið liðini hittust í Streymnesi í 2. umfari, vann ÍF 2-1. EB/Streymur misti ein mann tíggju minuttir undan steðginum, og ÍF skoraði sigursmálið tveir minuttir undan leikloki.
EB/Streymur-ÍF: Petur Reinert kl. 15.00










