ÍF skrivað undir við gamlar kenningar

Nú skaðar og annað gera um seg í ÍF, hevur nevndin avgjørt at skriva undir við tveir leikarar, sum eru kendir í felagnum.

ÍF hevur skrivað undir sáttmálar við Áka Petersen og Aleksandar Jovevic, sum báðir eru kendir í felagnum. Áki hevur spælt við ÍF alla fótbóltsleiðina við undantaki í 2002, tá ið hann spældi við Skála. Aleksandar Jovevic hevur spælt við ÍF síðani 2006.


Hóast teir eru royndir ÍF-leikarar, so var ætlanin ikki, at teir skuldu spæla við besta liðnum í ár. 29 ára gamli Áki Petersen er farin at sigla, meðan 36 ára gamli Aleksandar Jovevic, sum er úr Serbia, hevur valt eina leið sum venjari í ÍF.


Formaðurin í ÍF, Njál R. Petersen, sigur við in.fo í kvøld, at sáttmálarnir eru galdandi restina av kappingarárinum, og at avgerð er tikin um hetta eftir at skaðar og leikbann hava tynt munandi um hópin seinastu tíðina.