Tað gekk illa við málskjótingini í fótbóltskappingini, sum seinnapartin er í høvuðsstaðnum.
Bara eitt mál varð skorað í trimum teimum fyrstu dystunum. Tað var ÍF, sum vann 1-0 ímóti meistarunum í B36. Einsamalla málið skoraði Leivur Joensen, sum við beinleiðis frísparki setti bóltin í B36 málið.
Í hinum báðum dystunum eydnaðist tað ikki at finna vegin til meskarnar. Trygvi Mortensen og hansara menn í AB megnaðu málleysan javnleik ímóti NSÍ, og úrslitið var tað sama, tá ið javnaldrarnir í HB og KÍ hittust.
Ovari vøllur: ( leiktíð er 30 min.)
Kl.14.00 AB – NSÍ 0-0
Kl.14.45 AB - TB
Kl.15.30 NSÍ - TB
Niðari vøllur: ( leiktíð er 30 min.)
Kl.14.00 ÍF - B36 1-0
Kl.14.45 ÍF - Víkingur
Kl.15.30 B36 – Víkingur
Tórsvøllur: (leiktíðin er 30 min)
14.00 HB – KÍ 0-0
14.45 HB - Skála
15.30 KÍ – Skála











