ÍF røkkur ikki á mál

AB hevur framvegis fokus á, at tað eisini næsta ár verður fótbóltur sunnudag á Argjum

Sunnudagin tapti ÍF 2-1 á heimavølli ímóti B68. ÍF venjarin Albert Ellefsen ásannar, at harvið er møguleikin at røkka málinum aftur at vera við í europeisku kappingini næsta summar burtur.

-Vit eru illa skaðaplágaðir, og liðið er ikki nóg væl fyri at lyfta seg upp. Fyri felagið hevur tað stóran týdning, at vit nú klára hetta sum frægast, og at tað verður fokuserað á, hvussu næsta kappingarár skal fyrireikast. Tað vil siga, hvør skal hava ábyrgd av liðnum, og hvørjir skulu manna liðið. AB er stór avbjóðing, sum vit fara undir við størstu virðing.

Tølini siga, at fuglfirðingar hava havt tað torført ímóti AB í ár. Í Fuglafirði var úrslitið 4-1 til AB, sum eisini á heimavølli vann fulla úrtøku. Tá var úrslitið 2-0.

Listin á spælarum, sum ikki eru tøkir hjá ÍF, er langur:  Jan Ellingsgaard, Høgni Zachariassen og Poul Nolsøe Mikkelsen eru skaddir, og Heri Nesá er burturstaddur. Nenad Saric, sum leingi hevur verið burturstaddur, var á beinkinum í 2-1 heimatapinum ímóti B68. Hann verður við í dag.

 

Í AB siga teir setningin framvegis vera at varðveita plássið í deildini og harvið at sleppa undan niðurflyting. Tað eru níggju stig aftur til B68, sum er undir strikuni, og tað eru trý stig og verri málmunur fram til ÍF:

-Ímóti NSÍ høvdu vit møguleikar, men vit vóru ikki nóg avgjørdir og neyvir. Hvørki í álopspartinum ella í verjuni. Skulu vit hugsa um at vinna í Fuglafirði, so verður neyðugt at betra um hetta, ásannar AB málverjin Heðin Stenberg.

Tað er greitt, at Sorin Anghel ikki verður við í dag, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla meiri í ár. Hann er plágaður av skaða í fótinum. Jobin Drangastein, Jógvan Skeel Nolsøe og Andrias B. Vágsheyg hava ikki vant saman við hinum í vikuni, sum fór, og tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í dag. Teir eru allir plágaðir av vøddaskaðum.