Í morgun og fyrrapartin var tað lítið, sum bendi á, at tað fór at bera til at spæla fótbólt uttandura í kvøld.
Føroyska veðrið er skiftandi, og tað gongur so ógvuliga skjótt. Nú hevur tað regnað í nakrar tímar, vindurin hevur hjálpt væl til, og nú eru graslíkisvallirnir aftur farnir at síggja grønir út, meðan kavin svinnur skjótt.
Í kvøld verður venjingardystur á Skála, har Jógvan Martin Olsen og ÍF fara at vitja. Skála vann næstbestu deildina í fjør. Tá var Pauli Poulsen venjari, og tað er hann eisini, nú skálamenn skulu royna seg í bestu deildini.
Ætlanin var, at venjingardysturin skuldi vera leygardagin, men tá varð hann avlýstur.
Fyrsta bríkslið á Skála í kvøld verður klokkan 18.15.