ÍF og HB fingu fult

HB hevur í dag vunnið 3-0 á KÍ, og ÍF hevur vunnið 4-3 ímóti TB, sum í 2. hálvleiki megnaði at javna, eftir at ÍF hevði verið frammanfyri 2-0

HB er framvegis topplið, og ÍF er framvegis næstfremst. Tað eru framvegis sjey stig millum tey bæði fremstu.

 

Hóast leikliga avrikið mangan hevur verið betri, so eydnaðist tað HB at vinna trivaligan 3-0 heimasigur á KÍ eftir1-0 í 1. hálvleiki. Kristin R. Mouritsen setti hol á stutt undan steðginum.

 

Í 2. hálvleiki var uppskriftin báðu ferðirnar tann sama, tá ið HB økti til 2-0 og 3-0. Í báðum førum var tað eftir hornaspark frá Chritian R. Mouritsen úr høgru, og í báðum førum var tað við nærra stólpan, at bólurin varð stýrdur í málið.

 

KÍ hevði stutt eftir steðgin risa møguleika at javna, men Hjalgrím Elttør sendi bóltin í stólpan.

ÍF syrgdi við 4-3 heimasigri ímóti TB fyri, at spenningurin um FM heitið ikki varð minni, enn hann hevur verið.

 

Eftir 1. hálvleik var 1-0 til ÍF, sum beinanvegin eftir steðgin økti um leiðsluna. Men so svaraði TB eftir lítlari løtu tvær ferðir aftur, og eina løtu var tað meiri ein spurningur, um tað skuldi eydnast TB heldur enn ÍF at leggja seg framum.

 

So var tað, at Clayton Soares skoraði tvær ferðir, áðenn Óli Johannesen við rimmar fluktara minkaði um munin til 4-3, sum varð endaliga úrslitið.

LIÐUGT

3-0

90) 3-0

85) 3-0

Alt er avgjørt, og tað er lítið áhugavert.

80) 3-0

75) 3-0: Fróði Benjaminsen 73.

Enn eina ferð hevur HB skorað eftir hornaspark úr høgru, og enn ein ferð var tað við nærra stólpan, at bólturin varð beindur í málið. 

70) 2-0: Jóhan Troest Davidsen 70.

So hevur HB økt um leiðsluna. Eftir hornaspark úr høgru sendi Jóhan Troest Davidsen við nærra stólpan bóltin í málið.

65) 1-0

Tað er framvegis meiri ferð á, enn tað var í 1. hálvleiki, og tað hava verið møguleikar í báðum endum. Tað er meiri tyngd í HB álopunum, meðan klaksvíkingar ikki hava so nógv fólk við, tá ið  teir fara í álop.

60) 1-0

Klaksvíkingar hava rættuliga verið framvið. Ati Danielsen og Páll A. Klettskarð hava havt góðar royndir, sum vórðu blokeraðar.

55) 1-0

Tað er størri ferð á nú, enn tað var í 1. hálvleiki. KÍ hevur havt risa møguleika, men fyri mest sum opnum máli sendi Hjalgrím Elttør bóltin í stólpan. Annars hevur HB verið  leikliga omaná hesa løtuna.

HÁLVLEIKUR

1-0

45) 1-0

Gongdin er tann sama. Hjá HB er Pál Mohr Joensen farin á vinstra vongverja, og Heini Vatnsdal er farin í miðverjuna.

40) 1-0: Kristin R. Mouritsen 37.

HB hevur skorað. Klaksvíkingar mistu á veg í álop, og hóast tað vóru fleiri klaksvíkingar á KÍ hálvuni enn heimamenn, so megnaði Kristin R. Mouritsen at lyfta bóltin upp um Meinhard Joensen og í málið.

 

Heini Vatnsdal er komin á vøllin í staðin fyri Alex José Dos Santos.

35) 0-0

Tað gongur framvegis meiri fyri seg eftir treytunum hjá KÍ. Ferðin er ikki høg, og málmøguleikarnir eru ikki nógvir.

30) 0-0

Eftir innlegg frá Hjalgrími Elttør fer Páll Klettskarð um koll, KÍ spælararnir vilja hava brotsspark, men norski dómarin sigur nei. 

25) 0-0

Tað er ikki so stór ferð á, og í løtuni gongur tað meiri fyri seg eftir treytunum hjá KÍ.

20) 0-0

HB er komið meiri við. Eftir horna royndi Christian R. Mouritsen, men bólturin fór dygst framvið.

 

 

15) 0-0

KÍ hevur verið greitt omaná, og klaksvíkingar hava havt fleiri royndir. HB hevur havt eitt horna uttan at nakað spurdist burturúr.

10) 0-0

KÍ hevur verið meiri ágangandi, og eftir tvey frísparksinnlegg hevur verið um reppið, at tað er vorðið vandamikið,og eftir hornaspark var Álvur F. Christiansen tætt við.

 

Tað er tøgn í Gundadali í ein minutt. Tey minnast tey trý, sum so syndarliga doyðu í ferðsluvanlukku stutt fyri middag.

 

HB-KÍ kl. 15.00

Dómari:

HB: Teitur M. Gestsson - Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Christian R. Mourtsen,  Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen, Símun E. Samuelsen - Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum

KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni - Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen - Álvur Christiansen, Páll Klettskarð, Ísak Simonsen

 

-----

LÐUGT

4-3

4-3: Óli Johannesen

Veteranurin hevur við rimmar fluktara av brotsteigarmarkinum minkað um munin.

4-2: Clayton Soares

So er avgjørt í Fuglafirði, har Cayton Soares hevur staðfest sigurin. Tað var eftir innlegg úr høgru frá Dánjali á Lakjuni, sum er við fyri fyrstu ferð, eftir at hann er komin aftur úr Íslandi.

85) 3-2

80) 3-2: Clayton Soares

TB hevur góða løtu verið omaná, men nú hevur ÍF skorað eftir snarálop. Leivur Joensen legði innfyri úr høgru, og Clayton Soares var fyrstur á, eftir at málverjin hevði hálvbjargað.

2-2

TB hevur rættuliga fingið fótin fyri seg. Eftir lítlari løtu hava tvøramenn skorað tvær ferðir. Fyrst minkaði Ndende um munin, og so javnaði innskifti Ragnar Tausen.

55) 2-0: Ari Ellingsgaard 47.

Fuglfirðingar hava lagt seg framum 2-0, og nú er mótbrekkan sera tung hjá TB

 

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

45) 1-0

 

 

30) 1-0: Øssur Dalbúð 30.

Rangstøðufellan kiksaði hjá TB, og Øssur Dalbúð varð púra leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

15) 0-0

Tað hevur gingið javnt á, men higartil hava tað ikki verið upplagdir møguleikar.

 

ÍF-TB kl.15.00