ÍF boðaði á nevndarfundi í gjár frá, at Bartal Eliasen og Abraham Løkin verða lagdir afturat Agnari Prestá og Jóan Paula Jacobsen, sum eru í felagnum frammanundan. Bæði Bartal Eliasen og Abraham Løkin hava spælt nógv dystir fyri ÍF, og hava drúgvar royndir sum spælarar. Abraham Løkin hevur eisini fleiri royndir sum venjari, har hann millum annað hevur verið venjari hjá júst ÍF.
Agnar Prestá hevur staðið við róðrið, eftir at Ólavur Larsen valdi at leggja frá sær 25. juli, eftir at ÍF tapti móti B68 í botnuppgerðin í Fløtugerði. Jóan Pauli Jacobsen er høvðusungdómsvenjari í Fuglafirði og hevur A-venjaraprógv.
ÍF er komið tungan sjógv í niðurflytingarstríðnum, eftir at bæði 07 Vestur og B68 hava fingið vind í seglini. Tað merkja tey eisini í Sundalagnum. EB/Streymur hevur lagt navnframa fyrrverandi spælaran og venjaran hjá B36, Jákup á Borg, afturat venjaratoyminum.
Tí kundu tú sagt, at tað eru tríggir fyrrverandi stórspælarar, sum feløg EB/Streymur og nú ÍF hava heintað inn. ÍF er í løtuni undir niðurflytingarstrikuni við 12 stigum, meðan EB/Streymur hevur 15 stig og uppflytararnir úr B68 og 07 Vestur hava ávikavist 18 og 17 stig.











