ÍF nýggjan formann

Á aðalfundi í ÍF í gjárkvøldið vóru tríggir nýggir limir valdir í nevnd felagsins.

Aðalfundur var í Ítróttarfelagi Fuglafjarðar í gjárkvøldið. Njal Reinert-Petersen hevði longu áðrenn fundin boðað frá, at hann ikki helt fram sum formaður, meðan Eyðun Laksáfoss og Magnus Jørgmundsson ikki tóku við afturvali.

 

Sostatt skuldu 3 nýggj fólk finnast, og tey nývaldu eru Katrin á Lakjuni, Karl Leiti og Hans Jacob Poulsen. Heimasíðan hjá felagnum boðar frá, at nevndin skipaði seg soleiðis:


Formaður: Leif André Eliasen
Næstforkvinna: Ella á Dabø
Peningarøkil: Hans Jacob Poulsen
Skrivari: Sigrid Petersen
Nevnarlimur: Katrin á Lakjuni
Tilakslimur: Karl Leiti