25. mars – um 18 dagar – vera tað 80 ár síðani, at Ítróttarfelag Fuglafjarðar varð stovnað. Fuglfirðingar hava brynjað seg út til nýggja kappingarárið, og í dag fingu teir fínan start, tá ið teir í Fløtugerði høvdu vitjan av næstbesta liðnum hjá HB.
ÍF vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Merkisvert var tað, at í trimum av førunum var talan um málskjúttar, sum undan hesum kappingarárinum eru lagstir aftrat í Fuglafirði. Stóri ÍF spælarin var Mikkel Elbæk Jakobsen, sum skoraði eitt mál og legði upp til tveymál.
Einasti málskjútti undan steðginum var Jóan Petur Samson Jónsson, sum eftir lítlan hálvan tíma var ársins fyrsti málskjútti. Hann er fluttur úr KÍ og til ÍF. Uppleggið átti Mikkel Elbæk Jakobsen, sum í fjør spældi við 07 Vestur og so NSÍ.
Eftir lítlari løtu, tá ið ein tími var farin, varð leiðslan økt til 3-0. Í báðum førum var Teit Hjelm málskjútti. Hann er undan hesum kappingarárinum fluttur frá FC Suðuroy og til ÍF. Upplegginum stóðu ávikavíst Jákup Andrias Thomsen og Mikkel Elbæk Jakobsen fyri. Hann átti eisini uppleggið, tá ið Kári Johannesen sjey minuttir undan leikloki staðfesti 4-0 sigurin.











