ÍF-kvinnurnar taptu umaftur

Í einum av fyrstu dystunum í Eik-liguni hjá kvinnum í flogbólti í vetur, sum var sunnudagin 6. oktober, spældu Fleyr og ÍF í Gundadalshøllini í Havn, og vann Fleyr dystin 3-0.

Men tá tað vísti seg, at tveir spælarar spældu vit ÍF-liðnum, uttan at spælaraloyvi var í lagi, tá dysturin varð spældur, er ÍF dømt at tapa dystin, sum ÍF tó longu hevur tapt.

Hvørki Sara Petersen ella Bryngerð Nolsøe Samuelsen høvdu loyvi til at spæla við, tí Flogbóltssambandið fekk ikki spæliloyvini hjá teimum fyrr enn dagin eftir dystin, mánadagin 7. oktober.

Frammanundan tapti ÍF dystin við settúrslitunum 25-9, 26-24 og 26-19, men nú málið um vantandi spælaraloyvini er avgreitt, er ÍF dømt at tapa dystin 3-0 og hvørt settið 25-0.