ÍF koyrt venjaran

ÍF hevur í kvøld boðað frá, at Alexandar Jovevic og Poul Ennigarð ikki longur standa á odda fyri besta liðnum hjá felagnum

ÍF hevur í kvøld boðað frá, at Alexandar Jovevic og Poul Ennigarð ikki longur standa á odda fyri besta liðnum hjá felagnum. Somuleiðis boðar felagið frá, at nýggjur venjari verður settur í næstum.

 

ÍF hevur havt eitt misjavnt ár við nógvum skiftingum og misjøvnum úrslitum. Liðið liggur í løtuni á sætta plássi við 25 stigum.