ÍF hevur knívin á barkanum

Pílarnir peika hvønn sín vegin hjá B68 og ÍF, sum seinnapartin hittast á Svangaskarði

Tað hevur síðstu tíðina gingið væl hjá B68 og Esmari P. Clementsen, sum aftur hetta vikuskiftið er komin úr Danmark, har hann í løtuni er í útbúgvingarørindum, og á Svangaskarð at hjálpa barndómsfelagnum

Klokkan 16 verður oyggjauppgerð á Svangaskarði millum B68 og ÍF, sum gongdin síðstu ferðirnar hevur verið rættiliga ólík hjá.

 

Støðutalvan sigur, at ÍF er undir niðurflytingarstrikuni. ÍF datt undir strikuna síðsta vikuskifti, tá ið heimadysturin ímóti HB var útsettur, og tá ið 07 Vestur ov B68 við sigrum lyftu seg upp um ÍF.

 

Gongdin hjá B68 hevur verið sera góð síðani summarsteðgin. Fyri fyrstu ferð síðani 2012 hevur B68 vunnið tríggjar sigrar á rað í bestu deildini. Ein av hesum sigrunum var í Fuglafirði.

 

Gongdin hjá ÍF hevur ikki verið góð nógvu tær seinastu ferðirnar. Eftir triðja umfar var ÍF á øðrum plássi við sjey stigum. Síðani hevur ÍF spælt 13 dystir og vunnið fimm stig.

 

Agnar Prestá er fyribilssettur venjari í Fuglafirði, eftir at Ólavur Larsen segði seg úr starvi. Ímóti NSÍ í Fløtugerði fyri tveimum vikum síðani eydnaðist tað at vinna eitt stig. Í dag er neyðugt í hvussu so er at vinna eitt stig, um ÍF ikki skal enda í óføri.

 

Hjá ÍF er Bogi Reinert Petersen leikbannaður, og Gunnar Christiansen er vøddaskaddur.

 

Hjá B68 er Petur í Túni Petersen langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, um Hjalti Strømsten verður førur fyri at spæla. Hann var í vikuni aftur til venjingar, eftir at hann hevur verið skaddur.

 

Tað hevur síðstu tíðina gingið væl hjá B68 og Esmari P. Clementsen, sum aftur hetta vikuskiftið er komin úr Danmark, har hann í løtuni er í útbúgvingarørindum, og á Svangaskarð at hjálpa barndómsfelagnum