Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum ÍF og B36 í Fløtugerði í Fuglafirði.
ÍF er aftast í deildini við trimum stigum. B36 er nummar fimm við 26 stigum.
Í 20 teimum seinastu innanhýsis dystunum hevur talan verið um 17 sigrar til ÍF og tríggjar javnleikir.
Tó hevur leikað javnt á í innanhýsis dystunum hetta kappingarárið.
29. apríl endaði tað við javnleiki 3-3 í Gundadali, og 23. juni vann B36 4-3 í Fløtugerði.
B36 hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á ein heimasigur til ÍF eru 11,34.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,58.
Miðaloddsini upp á ein útisigur til B36 eru 1,17.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##